Sjálvstýrarin hjá Fólkaflokkinum og Føroya fólki stendur rimmarfastur og kósin er vælferð og sjálvbjargni.
Samanbera vit blokkin í mun til inntøkurnar á løgtingsfíggjarlógini seinastu tjúgu árini, so kunnu vit staðfesta, at meðan blokkurin var 38,6% av inntøkunum í 1995, er hann nú einans 11,9% av inntøkunum.
Hinvegin, samanbera vit blokkin í mun til bruttotjóðarúrtøkuna seinastu tjúgu árini, síggja vit, at meðan blokkurin var áleið 17% av BT?? í 1995, so er hann nú einans áleið 4% av BT??.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at sjálvbjargniskósin varð sett fyri mongum árum síðani, nú blokkurin seinastu tjúgu árini er vorðin til ein viðfáning í føroyska búskapinum. Eisini kunnu vit staðfesta, at samstundis eru vælferðarøkini kollveltandi útbygd hesi seinastu tjúgu árini.
Tað er føroyingurin, tú og eg, ið hvønn morgun fer til verka á sjógvi og á landi, sum er í ferð við at framleiða Føroyar til størri vælferð og sjálvbjargni. Eitt er eisini víst, eingin kann steðga hesi gongd, hvussu fegin hann enn vil.
Við øðrum orðum, vøkstur er einasti vegur til vælferð og sjálvbjargni. Fólkaflokkurin fer eins og áður framhaldandi at virka fyri hesum, tí at hetta er okkara felags framtíð í Føroyum.
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg
Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald