Suðurkoreanski vararáðharrin fyri skatta- og tollmál, Youngrok Choi, vitjaði í Føroyum hósdagin og fríggjadagin í farnu viku.
Endamálið við vitjanini í Føroyum var at umrøða handilsspurningar og annars at kunna seg um føroyskt vinnulív. Youngrok Choi vitjaði saman við landstýriskvinnuni í fíggjarmálum og fylgi í Vinnuhúsinum, har hann varð kunnaður um gongdina í føroyskum vinnulívi og um inn- og útflutningin. Eisini var ein framløga um gongdina í pelagisku vinnuni.
Í kanningum, sum Vinnuhúsið hevur gjørt millum útflutningsfyritøkur, er Suðurkorea ovarlaga á listanum yvir lond, sum ynski er um at fáa betri marknaðaratgongd til. Í løtuni er tollurin á føroyskum fiskavørum ein forðing fyri útflutningi til Suðurkorea, samstundis sum okkara størstu kappingarneytar hava fríhandilsavtalu við Suðurkorea.
Í fyrstu atløgu verður arbeitt við at lækka suðurkoreanska tollin á føroyskum fiskavørum til vanligan MFN-toll, og vónandi kann vitjanin verða viðvirkandi til at fríhandilsavtala fæst í lag seinni.
Í Suðurkorea búgva uml. 50 mió. íbúgvar, og íbúgvarnir eta stóra nøgd av fiskavørum, uml. 60 kg árliga fyri hvønn íbúgva. Harumframt eru suðurkoreanskir brúkarar sera tilvitaðir um góðskuna á fiskavørunum, og til reiðar at gjalda fyri bestu góðskuna.
Á vitjanini í Føroyum hevði suðurkoreanski vararáðharrin ein fund við Kristinu Háfoss, eins og ferðalagið eisini vitjaði Bakkafrost á Glyvrum. Á veg til Føroya hitti Youngrok Choi eisini Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum á fundi í Keypmannahavn, har teir m.a. umrøddu toll- og handilsmál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald