Havstovan skrivar: Magnus Heinason gjørdi í juni ein túr, har botnurin varð filmaður. Endamálið var at finna korallir undir Føroyum. Hetta var í samband við eina norðurlendska verkætlan um viðbreknar leiðir. Av teimum 53 upptøkunum vórðu korallir sæddar á 5 upptøkum. Hetta var norðanvert Suðuroyarbanka.
Sokallaður ostabotnur varð sæddur á 19 støðum. Væntandi høvdu fleiri korallir verið sæddar, um kaðalin hevði verið longri. Upptøkurnar vóru somikið góðar, at til bar at síggja fisk og smálutir á botni. Botnurin var sum heild reinur, tó at gamal línureiðskapur varð sæddur viðhvørt.
Les túrfrágreiðingina her.
Myndirnar omanfyri og myndin til høgru: Korallir (Lophelia) við sjótrøum (Paragorgia) á støð 5, sum var norður av Suðuroyarbanka. Tann livandi parturin av korallunum er hvítur.
Ostur
Lítli kongafiskur svevur í einum svampi.
Línureiðskapur á botni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald