Mentan

Kópakonudagur

...

2015-07-30 15:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú leygardagin 1. august - er eitt ár síðani, at stórsligi tiltak var hildið í Mikladali, tá ið myndlistin hjá Hans Paula Olsen av Kópakonuni bleiv avdúka.

Við røðum, sangi, leiki, hugna og konsert vísti Mikladalur seg í síni dýrd, og nú eitt ár eftir - verður skipa fyri stórum Kallsoyardegi - har Kópakonan aftur er miðdepulin.

Við tiltøkum í øllum bygdunum, sum síðani renna saman til stórfingna løtu á Helluni í Mikladali, er Kallsoying sanniliga eina vitjan verd leygardagin. Og sanniliga hava nøkur av stóru lista og tónlista nøvnunum í Føroyum, eisini sett kós í Kallsoynna, tí út yvir listina hjá Hans Paula Olsen í Kópakonuni, so fer Edvard Fuglø at signera bók sína um kópakonuna - ið júst er komin í nýggjum hami, í skúlanum í Mikladali. Men eisini onnur listafólk eru í Mikladali henda dagin við verkum sínum, og eru tey Martin Joensen, Anna Mohr, Hans Hansen, Hans J. Glerfoss og Fridtjof Joensen umframt at Karl Jóhan ??sterø sýnir fram á Trøllanesi.

Men eisini tónlistafólk fara at seta dám á, tí nøvn sum, Eivør Pállsdóttir, Jógvan Hansen, Martin Joensen, Asta Højgaard og lokala Ingibjørg Hansen fara at syngja og hava konsert, umframt at Klaksvíkar Dansifelag skipar Kópakvæði, og eisini fer Klovnurin BUBU at undirhalda og syngja í Mikladali henda dagin, nú hann seinastu tíðina hevur havt útgávukonsertir kring oyggjarnar.

Í kjalarvørrinum av at Kópakonan bleiv avduka í fjør - hevur sonn innrás av ferðafólki, verði í Kallsoynna seinasta árið, og tískil bleiv Visit Kallsoy sett á stovn, og nú hava tey so eisini byrja eina Café í Mikladali, ið heldur til mitt í bygdini - í kjallaranum á avhaldshúsinum Innistovu, og er hendan sjálvandi opin allan dagin, við onkrum góðum mati umframt listasýning. Men eisini á Húsum er morguncafé og seinnapartin letur Viljin eisini upp matsølu í Mikladali.

Afturat øllum hesum, eru skipaðir gongutúrar niðan á Nestindar og út á Kallin, bæði um dagin og um miðnátt - at kaga at sólsetri um veðrið er til tess. Eisini kemur Jógvan Skorheim at seta dagin og seinni koma Sjúrður Skaale og Finn Johannessen við ávíkavist røðu og framførðslu. Framførðslan verður um Kópakonusagnina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder