Tað er ikki í stríð við altjóða konventión um ættleiðing, at tvær systrar, sum eru ættleiddar til føroysk foreldur í Italia, ikki fáa automatiskan ríkisborgararætt. Hetta sigur danska stjórnin í svari til Sjúrð Skáale, fólkatingslim fyri Javnaðarflokkin. ??? Vit mugu góðtaka, at soleiðis er løgfrøðiliga støðan í løtuni, men tað merkir ikki, at hon eigur at vera so frameftir, sigur Sjúrður Skaale, ið ætlar at fylgja málinum upp.
Fríggjadagin 24. mars bar Sosialurin søguna um ørkymlandi støðuna, sum hjúnini Heidi og Regin Guttesen vóru komin í. Í 2013 byrjaðu tey ættleiðingartilgongdina og í 2015 gjørdust tvær systrar úr Filipsoyggjunum partur av familjuni. Familjan búði tá, sum nú, í Italia og síðani hava tey stríðst við at fáa til vega ríkisborgararætt til genturnar. Hetta vísti seg at vera sera trupult, hóast ættleiðingin varð góðkend í bæði Italia og Danmark.
Familjan fekk at vita, at um børnini vórðu ættleidd til Danmark í staðin, so høvdu tær fingið ríkisborgararætt automatiskt. Men av tí, at ættleitt varð til Italia, so skuldi søkjast um ríkisborgaraskapin á jøvnum føti við eitt nú flóttafólk. Familjan vendi sær millum annað til Sjúrð Skaale, fólkatingslim, ið gjørdi av at seta danska ráðharranum á økinum, Inger Støjberg, ein spurning um hendan trupulleikan.
Danska stjórnin hevur nú svarað, at tað eftir hennara tykki ikki er í stríð við altjóða reglur, at støðan er sum hon er. Samstundis leggur stjórnin áherðslu á, at børn í tílíkari støðu fáa serliga lagaligar treytir fyri ríkisborgararætti í mun til aðrar umsøkjarar.
- Hetta er løgfrøðiliga støðan hjá gentunum, og tað mugu vit so góðtaka. Men í mínari verð eigur hetta ikki at kunnað endurtaka seg. Eg fari tí at taka málið upp við stjórnina fyri at fáa eitt greitt svar uppá, um hetta veruliga eisini skal vera so frameftir, sigur Sjúrður Skaale.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald