Politikkur

Konstruktivir tankar rundan um eitt borð

...

2016-09-09 15:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Stílfulla og nógv umrødda borðið í Móttøkuhúsinum kann kanska broyta okkara hugusunarhátt í slíkum málum. Føroyingar eiga at fáa uppgávur at sniðgeva og smíða t.d. eitt serstakt borð
Kostnaðarmikla borðið í Móttøkuhúsinum og faddrarnir at borðinum hava fingið mangt oman yvir seg hesa vikuna.
Vit skulu tó ikki lata alt fara upp í øði og illsinnisglepsum, men heldur royna at hugsa nakrar konstruktivar tankar rundan um eitt borð, sum er komið fyri at vera.
Eg mæli til, at at hvørja ferð okkurt stílfult skal keypast til Tórshavnar kommunu, so verður tað bjóðað út til føroysk virki og einstaklingar at sniðgeva og byggja. Kenni longu dømi um hetta frá onkrari føroyskar fyritøku.
Ein føroyskur snikkari, saman við einum góðum sniðgeva, kundi ivaleyst greitt eitt eins snøgt og serstakt borð úr hondum til Móttøkuhúsið. Helst eisini fyri ein bíligari penga. Hetta hevði verið gott høvið hjá kommununi at stuðla smávinnuni og hildið henni í gongd.
Júst soleiðis verður gjørt í USA. NASA, Pentagono.s.fr. bjóða ofta uppgávur út, har loysnin ikki er avgjørd frammanundan, men har lagt verður út til vinnuna at koma við hugskotum til eina loysn og eina kostnaðarætlan.
Um tað almenna keypti føroyskar stólar, borð o.a. úr Føroyum, so hevði so líðandi ein nýggj vinna sæð dagsins ljós her heima. Um eingin nøktandi loysn er at finna her í landinum, ber altíð til at fara uttanlands at keypa vøruna.
Endamálið er at skapa nýggjar vinnur í Føroyum. Tí borðið, ið verður ment í Føroyum, kann jú eisini gerast til eina útflutningsvøru, um góðskan er í lagi.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder