2014-11-21 18:28
Nú leygarkvøldið 22. nov., verður massar av tónleiki á skránni í Tøting. Kom og nýt eitt konsertkvøld við 3 nøvnum, ið øll eru sera ymisk.
SAKARIS:
Hesin ungi maður er eftirhondini væl etableraður og kendur sum tónleikari í Føroyum, bæði sum bassleikari við Boys In A Band, Marius, Gretu Svabo Bech og øðrum, men hevur sanniliga eisini sligið sítt navn fast sum solistur, við sínum lætta elektro-popp stíli.
Við eitt sindur av hepni, kann SAKARIS uttan iva leggja heimin undir sínar føtur, tí hansara tónleikur er so framúrskarandi, bæði hvat viðvíkur lagasmíð, tónleikastíli og tónlistarligari dygd. SAKARIS er kanska bjartasta stjørnar á norðurlendsku tónleikahválvinum í løtuni. Tí hava tit nakað serligt at gleða tykkum til leygarkvøldið í Tøting.
Jógvan Joensen:
Jógvan hevur spælt einar 2 ferðir áður í Tøting, og orsøkin til at vit meta tað verða áhugavert at fáa Jógvan á pall enn eina ferð er, at hann verður betur og betur fyri hvørja ferð hann spælir. Fyrstu ferð Jógvan hevur spælt á G! Festivalinum, var í summar, og var hansara framførsla ímillum tær bestu á øllum festivalinum, hesi kenslu stóðu fleiri eftir við, tá festivalurin var komin at enda.
Símun Guldbro Skorastein:
Símun kenna vit frá bólkum sum Marigold, Boys In a Band og Black Crow King. Í áðurnevndu bólkum, hevur Símun roynt seg sum sangara, gittar -og bassleikara.
Hr. Gundbro Skorastein, hevur nú avgjørt at royna seg púra einsamallur, har tað er hann, hansara løg, rødd og gittari og onki meira tvass! Hetta verður fyrstu ferð, at høvi verður at hoyra Símun sum solistur á okkara leiðum.
Atgongumerki á 150 kr. fáast til keyps við dyrnar, ert tú limur í Tónleikasamtakinum Grót, er kostnaðurin einans
100 kr.
Konsertin byrjar kl. 20.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald