Mentan

Konsertir í Miðvági, Vestmanna og Hoyvík.

...

2015-02-26 00:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið fara Vágakórið, Vestmanna sangkór, urguleikarin Petur Martin Jóhannesen og blásikvartettin, Tám, mannað við Súsonnu Joensen, floytu, Bjarna Berg, klarinet, Otriel Nygaard, klarinet og Eiriki Skála, basklarinet, at hava tríggjar konsertir.

Høvuðsverkið á skránni er Missa Brevis av týska tónaskaldinum Johan Stehle, og verdur tað framført av kóri, urgu og blásikvartet við leiðslu av Gudmund Mortensen.

Missa Brevis er ein stutt messa við fimm satsum, og eru orðini tikin úr tí katólsku messuni: Kyrie - Gloria - Credo - Sanctus og Benedictus og Agnus Dei.

Á konsertunum verður haraftrat tónleikur fyri blásikvartet og urgu, og kórið fer eisini at syngja tríggjar føstusálmar við leiðslu av Benjamin Gásadal.

Konsertirnar verða:

Í Miðvágs kirkju leygardagin 28. februar kl. 17.

Í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. mars kl. 16.

Í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið 1. mars kl. 19.30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder