Mentan

Konsert við fýra stjørnum í Vestmanna

...

2015-04-08 03:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Anne Dorte Michelsen gleðir seg at koma aftur til Føroya. Seinast Anne Dorte vitjaði í Føroyum, var tá ið bólkur hennara, Tøsedrengene, í 1984 spældi í fullsettum høllum í Havn og á Kambsdali. 

Í samrøðu við nærvarpið í Vestmanna sigur Anne Dorte, at tað verður deiligt at spæla í Føroyum aftur, og hon vissar okkum um, at hon fer at spæla tey gomlu hittini hjá Tøsedrengene umframt sjálvandi eisini hittini av hennara solo útgávum. Fyri tíðina arbeiðir hon við einari nýggjari fløgu saman við Billy Cross.

 Anne Dorte og Maria Bramsen úr Tøsedrengene spæla einar 20-30 konsertir um árið, har tær einans framføra løg hjá Tøsedrengene, og tá fylla tær høllirnar runt um í Danmark. Anne Dorthe váttar, at hon er sera spent at síggja føroysku nattúrina aftur, og at hon ætlar sær at vitja ymisk støð. Eisini er hon sera spent at hoyra hinar damurnar, sum vera við á konsertini. Hon kennir bert til Lenu Andersen, men hevur hugt eftir Gretu Svabo Bech og Ester á netinum, og henni dámar sera væl, tað hon hevur hoyrt. 

Hvør veit, kanska fara tær fýra at enda konsertina við einum felagssangi? Kanska sangin Indianer ??? spennandi verður at vita; vit gleða okkum eisini. Eftir konsertina verður tað dansur við ShamRock. Atgongumerkjir kunna keypast hjá Magn í Vestmanna, Tutl og Kunningarstovuni í Tórshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder