Mentan

Konsert í Miðvágs kirkju 25. nov. kl. 19

...

2013-11-23 02:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

?? samband við at Musikkskúlin í Vágum fer at senda næmingar upp til roynd í tónleiki, verður ein undankonserthildin komandi mánakvøld 25 november kl. 19.

Royndarskipanin ið næmingarnir fara upp í er tann heimsumfatandi The Associated Board of the Royal Schools of Music.

Eisini kemur gestasolistur at luttaka á konsertini og verður tað Maria Wang Reinert úr Kaldbak ið kemur at spæla á trombone.

At spæla undir á klaver verður tað Birgitte Schnakenburg.

Konsertin verður í Miðvágs Kirkju kl 19.00 har ið næmingar úr Musikkskúlanum í Vágum koma at luttaka.

Leiðarin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder