Mentan

Konsert á Loftagrund í kvøld

...

2015-12-11 23:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld, 11/12, bjóðar Vága Tónleikarafelag aftur inn til konsert. Hesaferð verða tað Rannvá Álaberg & Lea Kampmann, ið koma at framføra.

Rannvá Álaberg avgjørdi fyri seks árum síðani, at fylgja tónleikadreyminum hjá sær. Hon fór til Danmarkar á Den Rytmiske Højskole í Vig. Komin heimaftur fór hon at skriva egna sangir, yrkingar og løg. Vit kenna millum annað løgini Tigandi ???Tøgning??? & ???Vitleys???

Lea Kampmann hevur seinastu arini verid at hoyrt runt a ymsum spælistødum kring Keypmannahavn. Tonleikurin er eitt bland av folk og dreampoppid, og tekstirnir og løgini skapa saman dreymakendar myndir og fridarkend løg. Vid sær hetta kvøldid hevur hon Janus Kampmann (guitar), Vinjar Egilsnes Petersen (klaver og percussion) og Magnus Lydersen (bass).

Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar fyri einans 50,-Konsertin verður í Loftagrund og byrjar klokkan 21

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder