??rslitini úr seinastu konjunkturkanningini eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Yvirskipaða vísitalið, ið vit nevna samanvigaða vísitalið, vísir eina minking frá 23 til 20 síðan juni í ár, og er støði sostatt tætt við miðal á 17 stig síðan januar 2006. Í tíðarskeiðinum undir fíggjarkreppuni fall vísitalið munandi, men vaks síðan nærum áhaldandi til á sumri 2014, tá vísitalið aftur var í hæddina, men hevur í seinastu trimum kanningunum ligið tætt við langtíðarmiðal.
(trýst á myndir, so tú sær tær í størri stødd og kanst blaða ímillum myndirnar)
Sæð í mun til seinastu kanningina frá juni í fjør, so eru hesaferð brúkaravísitalið og vísitalið fyri tilfeingisvinnur lækkað, meðan vísitølini fyri byggi-, handils- og tænastuvinnur eru hækkað.
Fyri einstøku 5 kanningarnar kunnu millum annað fylgjandi eygleiðingar gerast:
Brúkarakanningin
Sæð í mun til miðal fyri øll árini síðan 2006, so er optimisman hjá føroysku húsarhaldunum um útlitini fyri føroyska búskapin í 2015 eitt vet minni í seinastu kanningini sammett við somu kanningar seinastu tvey árini. Millum annað meta í løtuni lutfalsliga fleiri húsarhald, at arbeiðsloysið verður størri um 1 ár sammett við teirra útlit um arbeiðsloysið fyri hálvum ári síðan.
Tilfeingisvinnur og annar ídnaður
Tann stóri vinnubólkurin ???Tilfeingisvinnur og annar ídnaður??? hevur í seinastu 5 kanningunum víst seg at síggja alsamt minni positivt á útlitini fyri teirra framleiðslu í komandi árið, har tað m.a. eru marknaðarlig viðurskifti uttanlands, sum eru versnandi. Sama gongdin vísir seg í metingum um prísgongdina komandi árið.
Byggivinnan
Virksemið í byggivinnuni er í hæddini, og vinnan metir í seinastu kanningini útlitini nøkulunda eins og í seinastu kanningini frá juni í fjør, har vinnan m.a. í miðal metti seg hava tryggja arbeiði í 9 mánaðir og nøkulunda sama tørv á arbeiðsmegi í 2015 sum undanfarna árið. Í spurninginum um møguligar framleiðsluavmarkingar eru í vinnuna í løtuna, svarar meira enn helmingurin, at mangul á arbeiðsmegi er avmarkandi fyri virksemi.
Handilsvinnan
Afturlítandi fyri seinasta árið, letur handilsvinnan væl betri at søluni í hesari kanningini í mun til undanfarnar kanningar, men samstundis síggja lutfalsliga færri hesaferð í mun til somu kanningar, ljóst uppá útlitini fyri søluna í komandi ári, umframt at tørvurin á arbeiðsmegi verður mettur at verða minni.
Tænastuvinnan
Tænastuvinnan hevur viðvenda meting um farna og komandi árið í mun til handilsvinnuna, har gongdin farna árið verður mett at hava verið tætt við langtíðarmiðal, og lutfalsliga fleiri av spurdu tænastufyritøkunum meta í hesari kanningini, í mun til tvær tær undanfarnu, at útlit fyri virksemimun eru betri, umframt at arbeiðstørvurin verður mettur at verða størri komandi árið.
Sí kanningarúrslitini í talvum í Hagtalsgrunninum.
--- o ---
Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, vísital og samanvigað vísital.
Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning, og niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.
Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina "Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?".
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) ??broyttur og 3) Minkandi.
Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:
- Vaksandi: 52
- ??broyttur: 46
- Minkandi: 2
Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.
Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina "Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?".
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) ??broytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.
Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:
- Nógv betur: 3
- Nakað betur: 16
- ??broytt: 49
- Nakað verri: 25
- Nógv verri: 6
- Veit ikki: 1
Í hesum føri verður býti av svarmøguleikunum vigað. "Nógv betur" telur 1, "Nakað betur" telur 0,5, "Nakað verri" telur -0,5 og "Nógv verri" telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldaði frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 - 0,5 x 25 -1 x 6 = -8.
Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Vísital
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður eitt vísital roknað.
1. Vísitalið fyri brúkarakanngina verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 4 spurningum:
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
- Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?
2. Vísitalið fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
- Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
- Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?
3. Vísitalið fyri kanningina av byggivinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 2 spurningum:
- Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru ...?
- Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?
4. Vísitalið fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
- Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?
5. Vísitalið fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?
Eitt vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:
1. Vísital frá brúkarakanningini: 20%
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%
Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald