2016-11-14 08:48

Á Facebook hugleiðir Rógvi Egilstoft Nielsen um hvussu tað hevur verið telvað teir seinastu dagarnar.
Stuttligt at síggja, hvussu nógv hevur verið telvað síðstu dagarnar:)Synd at siga, at telvingin hevur verið á so høgum støði, men tað týdningarmikla er, at mann ger sítt besta.
Áskoðararnir fóru frá borðinum. Talvið var avgjørt (hildu tey flestu).
Frúgvin gav skarvin yvir, rætti konginum hondina, takkaði fyri talvið og skrivaði undir. Eftir vanligum umstøðum 1-0 til kongin. Men so hendi tað undarliga, at tað bleiv telvað víðari á borðinum.
Ímeðan kongurin stríddist við pappírsarbeiðið, kom ein triði telvari til borðið. Hann gjørdi ikki nógv um seg,Dammaði bara eitt sindur aftur og fram. Áðrenn nakrar visti av, byrjaði lív at koma í frúnna aftur. Frúgvin fór í parti við dammarinum, rann yvir til kongin, stakk ein knív í ryggin á konginum, takkaði fyri talvið og skrivaði undir av nýggjum.
Nú er talvið liðugt (hildu tey flestu), men kongurin vil ikki geva kongaríkið frá sær, hann ætlar sær at telva víðari. Hann fær ikki gjørt nakað sjálvur, men hann kennir aðrar kongar, sum hann roynir at lokka at hjálpa sær við hesum ólukku knívi.
At brúka knív í talv, verður av teimum flestu illa dámt. Frúgvin verjir seg við, at hetta er sami knívur, ið kongurin brúkti, tá hann bleiv til kong. Kongurin sigur, at tað er nakað tvætl. Hann bleiv pressaður av sínum egna fólki. Hann hevði einki val. At mann verður pressaður til at blíva kongur, er ikki serliga vanligt, men hetta er heldur ikki nakað vanligt talv.
Nú siga talvserfrøðingarnir, at kongurin ikki bara skuldi brúkt sínar egnu finnur at fanga frúnna við. Ein onnur frúgv stóð í hinum horninum og bíðaði, klár at koma í tænastu hjá sjálvum konginum.
Lætt er at vera bakklókur. Tá telvað bleiv, søgdu teir, at kongurin telvaði sera væl. Nú skilja teir púra einki av telvingina hjá tí annars roynda konginum. Lætt er at sita í sofuni og siga, hvussu flytast skal. Verri er at stríðast á talvborðinum, serliga tá telvað verður við knívum.
Tá mann sær eitt talv, ið verður so illa telvað, hugsar mann við sjálvum sær, um tað ikki hevði verið betur, um onkur, ið veruliga dugir at telva, setti seg við hetta øðrvísi talvborð?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald