Ítróttur

Komu til París í gjár

...

2016-07-17 10:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Team Rynkeby - Føroyar:

So komu vit til París, eftir millum annað at hava roynt okkum á einari kendari harðari brattari brekku í Belgia og súkklað nakrar langar frekar brekkur dagin eftir. Dagurin í dag var góður, men eisini avbjóðandi. Súkklaðu ikki so øgiliga skjótt teir fyrstu 100 kilometrarnar, men sluppu so at súkkla eitt sindur runt í París saman við 1550 øðrum súkklarum úr Norðurlondum í sniglaferð, og tað var ein avbjóðing ??? millum annað tí at ferðin var so lág. Súkklaðu so úr miðbýnum til hotellið, og har kláraði eg fyri fyrstu ferð á túrinum at hava eitt brek ??? ella eina ???defekt???, sum tað eitur á súkklumáli. Kjetan slitnaði, og eg bleiv veruliga trýstur seinastu tríggjar kilometrarnar á súkkluni uttan ketu, tó at eg fekk traðkað eitt sindur niður í asfaltið við høgra fóti, tá vit skuldu avstað aftur, eftir at tað bleiv grønt. Takk fyri tað Sámal Petur og Aksel. Men rætt skal vera rætt: Túrurin til hotellið (11 km) var bara eyka, so súkkla og keta hildu faktiskt allan vegin.

Eitt, sum ein endaligur Rykeby-túrur (altso vikan í Evropa) gevur tær, er at tú veruliga finnur útav, hvar tú hoyrir heima, ta vikuna tú ert har. Hetta skal ikki misskiljast. Tað kann vera ein jalig uppliving, at finna útav, hvussu tað er at fáa at vita, júst hvat tú skal gera, nær og hvar, og so royna at gera tað so væl sum gjørligt. Nakað í stíl við at vera í franska fremmandaherliðnum (Legiónini). Tú mást læra teg at taka ímóti tilmælum ella ordrum, og so fylgja teimum, og tað kann vera eitt sindur trupult, tá mann hvørki hevur verið til skips ella havt hernaðartænastu. Tað telur tó eitt sindur at vera vaksin upp á Peter Head í havn.

Við venjingum í Føroyum, hava súkklararnir lært at skipað seg í stórum fylgjum, og so taka støðu til, hvar ein er í raðnum. Tey, sum hava roynt at súkklað túrin til París áður, hava sjálvsagt tær royndir, sum tey hava, og tað verður latið frá sær, samstundis, sum tey hava eina ávísa støðu í skipanini - og tað riggar.

Á liðnum eru millum annað fólk, sum í gerandislívinum taka avgerðir fyri onnur, men tá tey súkkla við Team Rynkeby Føroyar, er ein øðrvísi skipan. Tá kann tað gera tað sama, hvar tú kemur frá. Tað er neyðugt at fylgja væl við og at akta, tí annars koma ikki øll 60 fólkini trygt á mál. Nú hugsar tú kanska, at 60 er nakað høgt tal at skriva, tí tað eru jú 50 súkklarar, men tey 10, sum verða løgd afturat her, eru tey fantastisku fólk, sum stríðast frá morni til myrkurt fyri okkum, sum súkkla. Stóra takk fyri tað. Uttan hesi fólk, vildi eingin verið í París í kvøld.

At vera við í Team Rynkeby, er sum ein heilur uppvøkstur verður upplivaðaður av nýggjum - bæði fólkaskúli, framhaldsdeild, miðnám og tey fyrstu vaksnu ár, har samanhaldið og samhaldsfestið er tað avgerðandi. Men tað er gott. Tað lærir ein at skipa seg eftir einum leisti, har tað týdningarmiklasta er at fáa øll trygt í mál. Ikki bara teg sjálvan, men eisini hini 59. Og tað er tann størsti lærdómurin, sum mín túrur hevur givið mær ??? hetta at hugsa um heildina, so øll koma trygt fram.

Og vit eru her øll. Í býarinnar býi, París, eftir at hava súkklað góðar 1400 kilometrar seinastu góðu vikuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder