2014-12-11 20:19
- Tað skal vera mín vón, at júst hesin hesin minningardagur verður tað regulera gippið í ein ávísan afturpart á nógvum, sum eru sett til at taka neyðugar avgerðir, um at koma í gongd. Bæði tá ið tað snýr seg um at koma víðari her og í hesum bygningum ??? og ikki minst at koma víðari í samanleggingartilgongdini, segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs á hátíðarhaldinum í kommunuskúlaauluni í morgun.
- Beint nú eru vit á tí trupla vegamótinum, har tað ræður um at varðveita fokus. Ikki at lata seg taka av fótum av, at avgerðir, sum áttu at verið tiknar, ikki eru tiknar enn. Tórhavnar Kommuna fer ikki at standa á síðulinjuni og eygleiða, at projektið fer av sporinum. her eiga allar fyritreytir av vera fyri einari góðari søgu.
- Kommunuskúlin fer ikki í søguna. Vit hava í mentanarnevndini sett hol á kjakið um, hvat hann skal brúkast til, og ein avgerð er tikin um, at her skal vera eitt mentanar- og virksemishús, har alt hugsandi mentanar- frítíðar- og listarligt virksemi skal kunna fara fram. Til tess krevst ein umvæling, sum verður kannað og fyrireikað. Tað hevur verið breið semja um, at vit eiga at fjálga um ungdómin í býnum. Her kunnu vit menna teir best hugsandi karmarnar, segði Helene Dam á Neystabø m.a. í røðu síni í auluni í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald