Tíðindaskriv frá Vágs kommunu, 30. november 2015
Eitt samt Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 30. nov. 2015 at lækka skattaprosentið í Vágs kommunu niður í 22,50%. Kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu er sostatt lækka hvørt ár í hesari býráðssetuni. Í 2013 var skattaprosentið 23,25%, og komandi ár verður kommunuskattaprosentið sum nevnt 22,50%. Barnafrádrátturin í Vágs kommunu verður framvegis 4.000 kr.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini í 2016
Mett verður, at samlaðu inntøkurnar komandi fíggjarár verða 55,6 mió. kr. Íroknað hesi upphædd er játtaninan frá Landinum til eldraøkið.
Inntøkurnar frá persónsskatti í 2016 verða mettar til áleið somu upphædd sum í fíggjarætlanini fyri 2015, men skattaprosentið í 2016 verður tó, sum nevnt, lækkað til 22,50% í mun til 22,95% í 2015. Barnafrádráttur verður óbroyttur á kr. 4.000 pr. barn. Tá sitandi samgonga tók við var kommunuskatturin 23,25% ella 0,75% stig hægri.
Raksturin av Vágs kommunu (uttan eldraøkið) verður í 2016 mettur at kosta 33 mió. kr., harafturat koma 11,7 mió kr netto til eldraøkið.
Íløgurnar verða 2,8 mió. kr. í 2016 har meginparturin fer til tekniska øki. Í 2016 fer Vágs kommuna at rinda 2,3 mió. kr. í avdráttum og 0,6 mió. kr. í rentum av lániskuldini.
Nettoskuldin hjá Vágs kommunu var 30. sept. 2015 35,8 mió. kr. í mun til 39,3 mió. kr. við ársbyrjan.
Komandi dagarnir verður meiri at frætta um samtyktu fíggjarætlanina fyri árið 2016.
Vágs kommuna
http://vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald