Tíðindaskriv frá Vágs kommunu.
Vágs Býráð viðgjørdi á býráðsfundi mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2017. Talan var um 1. viðgerð í býráðnum og skal fíggjarætlanin hava tvær viðgerðir.
Á býráðsfundinum varð samtykt at lækka kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu úr 22,50% niður í 22,25%.
Sostatt verður kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu nú lækkað 4. árið á rað.
Í 2013, tá verandi býráðsskeið byrjaði, var kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu 23,25%, og er kommunuskattaprosentið sostatt lækkað við 1,0 % hesi fýra árini.
Tað er at gleðast um, at tað ber til at lækka skattaprosentið í Vágs kommunu, og á tann hátt lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu. Vágs kommuna hevur í nógv ár havt eitt skattaprosent í topp, men við lækkingunum seinastu 4 árini er skattaprosentið nú á áleið sama støðið sum í øðrum stórum kommunum kring landið, og vit gleðast um, at tað hevur borið til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri,
Vaksandi inntøkur
Hóast kommunuskattaprosentið er lækkað, so vaksa inntøkurnar hjá Vágs kommunu, og eru persónsskattainntøkurnar fyrstu 9 mánaðirnar í ár smá 10,5 % hægri enn sama tíðarskeið í 2015. Vágs kommuna hevur fyrstu 9 mánaðirnar í 2016 fingið inn 31,3 mió. kr. í persónsskatti, hetta er smáar 3 mío. kr. meiri enn í 2015.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald