2017-02-24 09:35
Fólkaflokkurin hevur sett uppskot fram, um at broyta skattalógina, soleiðis at kommunurnar eisini kunnu áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum.
Vanliga hevur botnfrádrátturin í landsskatti og í kommunuskatti verið tann sami. Við flatskattinumvar botnfrádrátturin í landsskattinum hækkaður úr 30.000 kr. heilt upp í 65.000 kr.,so eingin inntøka undir 65.000 rindar nakað í landsskatti, ein stórur bati fyri 1000-talsføroyingar við teimum allar lægstu inntøkunum. Hesi hava síðan flatskattin ongan bata fingið,og Fólkaflokkurin heldur, at tíðin nú er komin.
Av tí, at allar lægstu inntøkurnar bert rinda kommunuskatt, er neyðugt at gera broytingar her,og bert botnfrádrátturin í kommunskattinum kann røkka endamálinum.
Botnfrádrátturin í kommuskattinum er 30.000 kr, og við hesum uppskoti verður heimilaðkommunum at hækka botnfrádráttin. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum kann eftiruppskotinum ásetast millum 30.000 kr. og 65.000 kr. Ynskiligt hevði verið, at kommmurnar líðandi hækkaðu botnfrádráttin upp til 65.000 kr., sum er sama støði, sum botnfrádrátturin ílandskattinum er.Hetta fyri at tey allar lægstløntu eisini fáa ein bata, tað sigur fólkaflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald