??trokningarnar vísa, at:???meðan landið í 1993 fekk 58% av samlaðu skattainntøkunum, (í krónum 756 mió.), so er landskassans partur í 2016 komin niður á 42% ( t.e.kr. 1.317 mió).
Kommununar partur av samlaðu skattainntøkunum er, í sama tíðarskeiði, farin úr 42% (í krónum 549.000 mió.) upp í 58% ( t.e. kr. 1.787 mió)???.
Tvs., at av tí at kommunurnar nærum ikki hava regulerað botnfrádráttin, so hava tær væl og virðiliga yvirhálað landið í skattainntøku.
Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn |
Tinganes,
|
Svar uppá
skrivligan fyrispurning nr. 7/2016eftir tingskipanini § 52a til KristinuHáfoss landsstýriskvinnu, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um botnfrádráttin íkommunuskattinum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
Landsstýriskvinnan verðurbiðin upplýsa Løgtinginum árligu gongdina (í tølum) í botnfrádráttinum íkommunuskattinum seinastu 25 árini saman við árliga álíknaða kommunuskattinumog árliga álíknaða landsskattinum hesi somu ár.
Svar:
Niðanfyri verður vísteitt yvirlit fyri árini frá 1993 til 2016, ið vísir árligu botnfrádráttirnar ílandsskattinum og kommunuskattinum, umframt álíkningarnar (einstaklingainntøkuskattin) hjá landinum og kommununum.
Byrjað verður í 1993 avteirri orsøk, at núverandi skipan við botnfrádrátti í skattskyldugu inntøkunikom í gildi tá. Frammanundan var ongin botnfrádráttur, men í staðin einpersónsfrádráttur í sjálvum skattinum.
Yvirlitið vísir stórabroyting í lutfallinum millum lands- og kommunuskatt hesi árini.
Meðan landið í 1993 fekk58% av samlaðu skattainntøkunum, so er landskassans partur í 2016 komin niður á42%.
Kommununar partur avsamlaðu skattainntøkunum er, í sama tíðarskeiði, farin úr 42% upp í 58%.
Botnfrádrátturin ílandsskattinum er farin úr 22.500 kr. í 1993 upp í 65.000 kr. í dag. Eftirbotnfrádráttin er landsskatturin stigvaksandi soleiðis, at hægri % verðurrindað um inntøkan er hægri.
Botnfrádrátturin íkommunuskattinum er farin úr 22.500 í 1993 upp í 30.000 kr. í dag. Eftirbotnfrádráttin er kommunuskatturin flatur og eins fyri allar inntøkubólkar.
Skattur ??? í mió. kr. | Skattur - býtið í % | Botnfrádráttur - kr./árliga | ||||
Landið | Kommunurnar | Landið | Kommunurnar | Landið | Kommunurnar | |
1993 | 756 | 549 | 58% | 42% | 22.500 | 22.500 |
1994 | 748 | 609 | 55% | 45% | 22.500 | 22.500 |
1995 | 744 | 665 | 53% | 47% | 22.500 | 22.500 |
1996 | 719 | 659 | 52% | 48% | 22.500 | 22.500 |
1997 | 837 | 759 | 52% | 48% | 17.000 | 17.000 |
1998 | 908 | 809 | 53% | 47% | 17.000 | 17.000 |
1999 | 988 | 872 | 53% | 47% | 17.000 | 17.000 |
2000 | 1.105 | 949 | 54% | 46% | 17.000 | 17.000 |
2001 | 1.262 | 1.033 | 55% | 45% | 19.000 | 19.000 |
2002 | 1.381 | 1.087 | 56% | 44% | 21.000 | 21.000 |
2003 | 1.338 | 1.095 | 55% | 45% | 21.000 | 21.000 |
2004 | 1.323 | 1.118 | 54% | 46% | 22.000 | 22.000 |
2005 | 1.320 | 1.152 | 53% | 47% | 24.000 | 24.000 |
2006 | 1.305 | 1.257 | 51% | 49% | 26.000 | 26.000 |
2007 | 1.361 | 1.362 | 50% | 50% | 28.000 | 28.000 |
2008 | 1.324 | 1.392 | 49% | 51% | 30.000 | 30.000 |
2009 | 1.306 | 1.360 | 49% | 51% | 30.000 | 30.000 |
2010 | 1.401 | 1.462 | 49% | 51% | 30.000 | 30.000 |
2011 | 1.449 | 1.493 | 49% | 51% | 30.000 | 30.000 |
2012 | 1.175 | 1.525 | 44% | 56% | 65.000 | 30.000 |
2013 | 1.207 | 1.495 | 45% | 55% | 65.000 | 30.000 |
2014 | 1.289 | 1.576 | 45% | 55% | 65.000 | 30.000 |
2015 | 1.390 | 1.670 | 45% | 55% | 65.000 | 30.000 |
J2016 | 1.317 | 1.787 | 42% | 58% | 65.000 | 30.000 |
Keldur: Skattatølini fyri 1993-2014 erufrá Hagstovu Føroya. Skattatølini fyri 2015 eru sambært sambærtLeiðslukunningarskipanini, og tølini fyri 2016 eru sambært Fíggjarlógini.
Í Tinganesi, 28. september 2016
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald