Politikkur

Kommunurnar makta ikki uppgávuna

...

2021-09-06 07:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

-Royndartíðarskeiðið fram til 1. november skuldi brúkast til, at kommunurnar í felag skuldu finna eina loysn til at tálma larmi frá skipum.

Avtalað var millum annað, at hevði ein kommuna staðfest, at eitt ávíst skip helt ov nógvan gang, skuldi kommunan burturvísa skipið, og harvið skuldu allar kommunurnar gera tað sama. Hetta, fyri at hava felags treytir og at tryggja, at skipiniikkifóru til aðra kommunu í Føroyum at órógva.

- Men Heimafriður kannlongu nú staðfesta, at royndartíðarskeiðið er koldømt. Vit hava fleiri dømi um, at tá ein kommuna noktar einum skipi inn, so loyvir ein onnur kommuna sama skipi til bryggju at órógva.

Sirkus á høgum støðiSíðani kommunufelagið í juni mánaða gjørdi avtalu við landsstýrismannin í umhvørvismálum, at tær skuldu arbeiða saman um at finna eina felagsloysn at tálma larmi frá skipum, hava vit verið vitni til eitt sirkus á høgum stigi.

Einki er broytt. Skipini koma inn í havnirnar við sama lag, og verða tey burturvíst, tekur ein onnur havn ímóti teimum.

Rætt skal verða rætt. Mátingar hava verið gjørdar. Tá ið borgarar hava klagað og máting er gjørd, hevur hvør einasta máting víst ov høga ljóðstyrki. Hetta merkir sostatt, at klagurnar hjá borgarum eru grundaðar.

Londini rundanum okkum hava markvirðir fyri, hvussu nógvur larmur er loyvdur á bústaðarøkjum. Heilsuheimstovnurin, WHO, hevur gjørt leiðreglur fyri markvirðum í bústaðarøkjum. Markvirðini eru gjørd við heilsuni hjá fólki í huga.

Man skuldi trúð, at hesar leiðreglur kunnu kopierast heim til Føroyar og ásetast til frama fyri fólkaheilsuna her á landi, men so er ikki. Vit skulu uppfinna djúpa tallerkin einaferð afturat. Gera mátingar, omaná mátingar, sum um at larmur er eitt serføroyskt fyribrygdi, har markvirðini ikki eru kend, leiðreglurnar ella loysnina uppá trupulleikan ikki er kend.

- Nei, ljóð og óljóð er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Men tað erserføroyskt,at vit í Føroyum av øllum alvi royna at útseta og gera tað trupult at loysa hetta málið.

Felagið Heimafriður setur sína vón til, at nýggi landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rassmussen, verður hann, ið torir at taka røttu avgerðina!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder