Higartil hevur tað einki alment tilboð verið til fólkini í Vágum at fáa koppseting ímóti Korona í Vágum. Tað vilja Vága- og Sørvág kommuna nú gera okkurt við.
Tí hava Vága- og Sørvágs kommuna, sent fyrispurning inn um at fáa kopseting framda í Vágum. Við tí vón, at fleiri koppseta seg, og harvið kunnu fyritøkur, ítróttarfeløg, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og onnur í samfelagnum hjá okkum her vesturi virka meira frítt, og vit vilja nærkast tí normala, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Vágar eru serliga útsett tí flogvøllurin liggur í Vágum, og harvið ferðast flest øll ferðafólk ígjøgnum kommunurnar í Vágum.
Við hesum tiltakið saman við tí almenna, vóna kommunurnar í Vágum, at vera fyrsta oyggj sum fær floksimunitet, sum er málsetningurin hjá tí almenna mynduleikanum.
At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, sigur borgarstjórin til enda.
Kommunurnar í Vágum hava ikki fingið nakað ordiligt aftursvar enn frá tí almenna enn, men vóna at fáa tað skjótt. Tí kommunurnar halda, at borgarnir, fyritøkur og felagsskapir hava havt nokk stríð av Korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald