2015-01-02 22:21
Á samkomu á Sýnini í morgun kl. 930 var eldraøkið formliga yvirtikið. Hetta hendi, tá Kirstin Jensen fráfarandi leiðari á Sýnini handaði formanninum í stýrinum fyri Heimatænastuni í Vágum Suna Jacobsen lyklarnar. Suni handaði síðan lyklarnar víðari til Sonju Klein, sum er leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum.
Við á samkomuni vóru Suni Jacobsen, Rósa Samuelsen næstformaður í stýrinum , Sonja Klein, Jóna Thomassen frá fyrisitingini fyri Heimatænastuna, Kirstin Jensen og starvsfólk í Heimatænastuni.
Kommunurnar í Vágum vilja í sambandi við yvirtøkuna nýta høvi til at takka Almannaverkinum og serliga Kirstin Jensen fyri gott samstarv í tilgongdini til, at eldraøkið var yvirtikið.
Eisini takka vit Kommunufelagnum fyri tað megnar arbeiði, tit hava gjørt í sambandi við yvirtøkuna. Ein serlig tøkk til Heðin Mortensen stýrisformann og Eyðun Christiansen stjóra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald