2015-12-15 19:56

Fyri nógvum árum síðan bygdi Vága Bjargingarfelag dupulta "garagu" á økinum hjá heiminum á Sýnini í Miðvági. Treytin frá heiminum á Sýnini var, at tey sluppu at nýta aðra "garaguna" meðan bjargingarfelagið nýtti hina. Tað vísti seg, at sum fráleið, hevði heimið á Sýnini brúk fyri báðum "garagunum". Fundur var tí hildin millum stýrið fyri heimið á Sýnini og Vága Bjargingarfelag um, at heimið á Sýnini keypti "garagurnar" frá VBF. Prísurin var tá avtalaður til kr. 300.000,-. Nú eru nógv ár síðan henda fund, men meira hendi ikki í málinum so leingi, sum Landið átti heimið á Sýnini. Nú, eldraøkið er yvirtikið av kommununum, vendir VBF sær til kommunurnar við áheitan um, at tær vilja keypa "garaguna" fyri kr. 300.000,-. Kommunurnar vóru samdar um at keypa. Mánadagin tann 14. desember 2015 skrivaðu Regin Jespersen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, Sune Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs kommunu og Rósa Samuelsen borgarstjóri í Vága kommunu undir sáttmála, har Vága bjargingarfelag avhendar ???garaguna??? til kommunurnar. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald