2019-03-07 08:30

Á fyribils tølunum frá Taks sæst, at tær báðar kommurnar í Vágum hava fingið væl meira inn í skatti higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Higartil í ár hevur Vága kommuna fingið kr. 13.151.205 í skattakassan, tað eru 15,74% meira enn sama tíðarskeið í 2018 tá ið Vága kommuna fekk kr. 11.362.998. Í krónum svarar tað til kr. 1.788.207 meira í kassan hjá Vága kommunu.
Higartil í ár hevur Sørvágs kommuna fingið kr. 7.543.717 í skattakassan, tað eru 14,39% meira enn sama tíðarskeið í 2018 tá ið Sørvágs kommuna fekk kr. 6.594.527. Í krónum svarar tað til kr. 949.190 meira í kassan hjá Sørvágs kommunu.
januar | februar | ||
Vága kommuna | 2019 | 6.508.639 kr. | 6.642.566 kr. |
Sørvágs kommuna | 2019 | 3.513.851 kr. | 4.029.866 kr. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald