|
Eftir stórar íløgur í 2008 og fíggjarkreppu sær út til, at raksturin hjá kommununum er komin í eina støðuga legu. Triðja árið á rað høvdu kommunurnar samanlagt eitt lítið avlop, og bæði rakstur, íløgur og inntøkur vuksu hóvliga. |
|
Í 2012 brúktu kommunurnar 1,5 milliard til rakstur og íløgur, og var tað 50 milliónir meira enn í 2011. Vøksturin er 3,3%. Síðan 2001 eru útreiðslurnar vaksnar javnt. Einstøk ár eru undantøk, serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008 og fallið í 2009. Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og íløguútreiðslurnar við 300 milliónum, ein minking upp á 16%. Síðan 2010 eru útreiðslurnar vaksnar við 100 mió kr. Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2012 vóru 1.570 milliónir kr., og var tað 36 milliónir meira enn í 2011. Vøksturin er 2,4%. Í 2001 var skatturin umleið ein milliard. Síðani eru skattainntøkurnar vaksnar, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var. Nú er samlaði skatturin hjá kommununum næstan 1,6 milliard.
|
|
??rslitið hjá kommunum í 2012 var 32 milliónir kr., og hetta er nakað tað sama sum undanfarnu tvey árini.
Fyrst í øldini høvdu kommunurnar sum heild stórt yvirskot, sum bleiv brúkt til at rinda niður skuld. Tá kommunurnar gjørdu stóru íløgurnar í 2007 og 2008, var stórt undirskot, sum varð fíggjað við lántøku. Skuldin hjá kommununum samlað er tó ikki so stór, at tað er neyðugt at hava stór avlop í løtuni.
|
|
Í 2006 vóru kommunurnar undir einum at kalla skuldarfríar. Hetta sæst við, at bæði rentuútreiðslurnar og nettoskuldin vóru í botni. Men fyri at fíggja íløgur vaks skuldin til 740 milliónir í 2009. Nettoskuldin stóð nærum í stað frá 2009 til 2011 men minkaði við 125 milliónum í 2012. Tað var ikki tí, at kommunurnar rindaðu aftur, men heldur tí at tær hava lagt meira pening í kassan í fjør.
|
|
Sjálvt um kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan 2009, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó fallið heilt fitt. Í 2009 høvdu tær eina nettoskuld, sum var um 55% av skattainntøkunum, og í 2012 var hetta fallið niður í 39%. Orsøkin til at skuldarlutfallið minkar er í høvuðsheitum, at skattainntøkan veksur.
|
|
Hvør sær er støðan hjá kommununum tó ymisk, nakrar noyðast at hava yvirskot fyri at rinda niður skuld, aðrar hava undirskot, tí tær gera íløgur og so framvegis. Í hagtalsgrunninum ber til at finna fíggjarhagtølini, útgreinaði fyri hvørja kommunu og í krónum fyri hvønn íbúgva.
|
Í hagtalsgrunninum ber til at finna fíggjarhagtølini útgreinaði fyri hvørja kommunu og í krónum fyri hvønn íbúgva.
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald