Triðja árið á rað øktu kommunurnar um raksturin og íløgurnar. Av tí at lítil og ongin vøkstur var í skattinum í 2013, gjørdist úrslitið, at kommunurnar fyri fyrstu ferð síðan 2009 høvdu hall í 2013.
Í 2013 brúktu kommunurnar knappliga 1,6 milliardir kr. til rakstur og íløgur, og var tað 83 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin er 5,6%.
Síðan 2001 eru útreiðslurnar vaksnar javnt. Einstøk ár eru undantøk, serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008 og fallið í 2009. Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og íløguútreiðslurnar við 300 milliónum, ein minking upp á 16%. Síðan 2010 eru útreiðslurnar í miðal vaksnar gott 4% árliga.
Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2013 vóru 1.575 milliónir kr., og var tað 5 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin er 0,3%.
Í 2001 var skatturin umleið ein milliard. Síðani eru skattainntøkurnar vaksnar, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var. Nú er samlaði skatturin hjá kommununum næstan 1,6 milliard.
??rslitið hjá kommununum í 2013 var eitt hall á 45 milliónir kr., og hetta er um 3% av skattainntøkuni. Seinastu fýra árini hevur úrslitið sveiggja um null, eitt lítið yvirskot í 2010 til 2012 og eitt lítið hall í 2013.
Fyrst í øldini høvdu kommunurnar sum heild stórt yvirskot, sum bleiv brúkt til at rinda niður skuld. Tá kommunurnar gjørdu stóru íløgurnar í 2007 og 2008, var stórt undirskot, sum varð fíggjað við lántøku. Skuldin hjá kommununum samlað er tó ikki so stór, at tað er neyðugt at hava stór avlop í løtuni.
Í 2006 vóru kommunurnar undir einum at kalla skuldarfríar. Hetta sæst við, at bæði rentuútreiðslurnar og nettoskuldin vóru í botni. Men fyri at fíggja íløgur vaks skuldin til 740 milliónir í 2009. Nettoskuldin er javnt fallin síðan tá og er nú 658 mió. kr.
Sjálvt um kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan 2009, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó fallið heilt fitt. Í 2009 høvdu tær eina nettoskuld, sum var um 55% av skattainntøkunum, og í 2013 var hetta fallið niður í 42%. Orsøkin til at skuldarlutfallið minkar, er í høvuðsheitum, at skattainntøkan veksur.
Hvør sær er støðan hjá kommununum tó ymisk, nakrar noyðast at hava yvirskot fyri at rinda niður skuld, aðrar hava undirskot, tí tær gera íløgur og so framvegis. Í hagtalsgrunninum ber til at finna fíggjarhagtølini, útgreinaði fyri hvørja kommunu og í krónum fyri hvønn íbúgva.
Kelda: hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald