
Nú er aftur møguligt at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar verkætlanir, ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring landið betri.
Umsóknartreytir:
Íløgan skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri borgarar og ferðavinnuna á staðnum.
Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi ísv. ferðavinnuna, t.d. gøtur, útsýnisstøð, dvalavikar, skelting ella til kunnandi tilfar. Eisini er møguleiki at fáa stuðul til verkætlanarsett starvsfólk í eitt tíðarskeið, t.d. til at framleiða eina menningarætan fyri økið, eins og stuðul kann verða latin til førleiklamennandi endamál.
Stuðul verður sum útgangsstøði latin við støði í krónu-fyri-krónu meginregluni, ið merkir, at kommunan í minsta lagi fíggjar helmingin av verkætlanarkostnaðinum.
Tá avgerð um stuðul verður tikin, verður atlit tikið til:
- Hvussu stórir menningarmøguleikarnir eru í mun til ferðavinnuna
- At talan er um eina burðardygga verkætlan, ið tekur atlit til staðbundin viðurskifti
- At verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv, t.d. í mun til val av tilfari og staðseting
- At stuðulin, so væl sum til ber, verður býttur út á ymisk øki kring landið
Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um tvørkommunala verkætlan.
Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. Juni.
Umsóknir skulu sendast til [email protected].
Umsóknin skal innihalda eina neyva lýsing av verkætlanini, eina tíðarætlan og eina fíggjarætlan, ið vísir samlaða metta kostnaðin av verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald