Kommunurnar hava ymiskar fortreytir at bjóða íbúgvunum tænastur. Kommunur við høgum inntøkum og lágum útreiðslum hava ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastustøði. Minni hepnar kommunur mugu antin velja eitt lutfalsliga høgt skattastøði ella lágt tænastustøði. Vága kommuna hevur valt eitt høgt skattastøði fyri at halda tænastustøðnum uppi.
Munurin millum kommunurnar elvir til ósamsvar í livistøðinum, og fara kommunurnar at fylla uppaftur meira í almenna búðskapinum, verður munurin størri. Kommunurnar hava jú fyri stuttum yvirtikið eldraøkið, og mann má rokna við, at skúlin verður tað næsta. Neyðugt er tí at fáa eina kommunala útjavningarskipan, um bøtast skal um hetta.
Búðskaparráðið mælti til í 2008, at ein millumkommunal útjavningarskipan varð sett í verk, har kommunurnar rinda til hvør aðra innanhýsis og útjavna harvið útreiðslutørvin og inntøkurnar. Ráðið mælir til, at vit hava eina stóra útjavning, álóðandi 90% , tí sum ráðið sigur, tess størri útjavning, tess javnari treytir.
Tá tað kemur til skattagrundarlagið, er Vága kommuna ein miðal kommuna í Føroyum, men hyggja vit at partafelagskattinum, so eru vit stórur eftirbátur, har bert Sandoyggin liggur aftanfyri okkum. Ein útjavningin tekur eisini hædd fyri, hvussu nógv eldri eru í kommununi, eins og aðrar postar, sum hava týdning fyri kommunala búðskapin.
Eg haldi, at vit skulu streingja á at fáa eina kommunala útjavning. Men tað skal verða ein einkul skipan, sum øll skilja, og harvið er løtt at umsita. ??tjavningin skal verða rættvís, og skipanin skal verða á einum støði, so hon veruliga ger mun.
??ll hini Norðanlondini hava eina útjavningarskipan, men einki land útjavnar 100%. Hetta er tí, at tað altíð skal loysa seg at vinna pening, og hendan meginreglan eigur sjálvandi eisini at verða galdandi fyri kommunurnar í Føroyum.
Trivnaðarlistin fer at arbeiða fyri, at Vága kommuna tekur táttin upp við Kommunufelagið, soleiðis at útjavningin verður veruleiki. Hetta eigur og skal verða vegurin fram, tí annars enda vit við at fáa A og B kommunur, og tað ynskir eingin.
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg
Valevni fyri lista B - Trivnaðarlistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald