Tíðindaskriv frá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy 26. apríl 2016
Leygardagin 21. mai fært tú høvið at royna Ítróttarháskúlan í Suðuroy, tá Ítróttarháskúlin bjóðar til ein super aktivan leygardag, har tú kann uppliva hvussu ein dagur á Ítróttarháskúlanum er.
Gist verður í smáttunum við Laksá, har Ítróttarháskúlin eisini kemur at hava næmingabústað.
Og frá morgunstundini leygardagin, tá byrjað verður kl. 7.15, er ein óvanliga spennandi skrá fyri dagin, har tú kann uppliva ein brotpart av tilboðnum, sum Ítróttarháskúlin bjóðar.
Tit, sum koma norðanfjørðs, koma suður við Smyrli kl. 18.30 og verður so tikið ímóti tykkum á Krambatanga, har Smyril leggur at. Leiðin gongur so til Vágs, til smátturnar við Laksá, har gist verður.
Tað eru bara pláss fyri 36 fólkum til tiltakið á Ítróttarháskúlanum, so tað snýr seg um at gera skjótt av.
Tiltakið er nærum ókeypis, eitt tilmeldingargjald á 100 kr. verður goldið í samband við tilmelding.
Tilmelding á heimasíðuniwww.his.foundir tíðindastubbanum ???Komið og roynið Ítróttarháskúlan í Suðuroy???.
Ítróttarháskúlin í Suðuroy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald