Ítróttur

Komandi forseti Íslands vil ikki sita á VIP plássi undir EM

...

2016-07-01 21:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri fimm døgum síðan var Guðni Jóhannesson valdur til nýggjan forseta í Íslandi, men hann vil vera ein partur av vanliga fólkinum í Íslandi nú meðan EM er, Guðni vil heldur sita millum áskoðarnar hjá Íslandi sunnudagin, í staðin fyri at sita í einari VIP boks og skála við champanju.

- Hví skal eg sita á einum VIP plássi og drekka champanju?, tað kann eg gera allastaðnis í verðini, segði Guðni við CNN í gjár.

Guðni sat millum vanligu áskoðarnar hjá Íslandi tá teir vunnu móti Onglandi mánadagin. 

- Eg vil vera saman við øllum íslendingum, og eg fari at vera í Íslendsku landsliðstroyggjuni. Eg haldi, at fransmenn ikki skulu undirmeta okkum.

Guðni heldur, at Ísland er eitt gott dømi um, at man kann røkka øllum málum man setur.

- Gongdin hjá okkum í EM vísir, at um man setur sær eitt mál, og arbeiður fyri tí við góðum disciplini, so kann alt lata seg gera, segði Guðni við CNN í gjár.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder