Veðurlagsbroytingarnar gera alsamt meira um seg, og ongantíðáður hevur verið eins týdningarmikið sum nú at seta í verk átøk fyri at minkaum útlátið av vakstrarhúsgassum.
???Hvørt tons av CO2 økir um alheimsupphitingina???. Hettastaðfesti IPCC, veðurlagsbólkurin hjá ST, fyri stuttum, tá nýggj umfatandifrágreiðing um veðurlagsbroytingar bleiv givin út. Tí hevur tað eisini týdning,at lond sum Føroyar eru við til at minka um útlátið og vísa í verki, hvussutrivnaður kann økjast, samstundis sum útlátið verður skert.
Sum landsins størsta kommuna, kann Tórshavnar kommunaveruliga hava eina ávirkan á útlátið í landinum. Stórir batar kunnu gerastinnan ferðsluøkið m.a. við at leggja bussleiðina um til el, at betra umumstøðurnar hjá fólki at ganga og súkkla og at støðugt skifta gamlar oljubilarút við elbilar. Áleið 130 kommunalir bygningar hava enn oljufýr, og tað ereingin ivi í, at tað hevði flutt nógv at lagt hesir um til varandi orku ellafjarhita, umframt at sett fleiri sólorkupanel upp, minka um burturkastnøgdirnarv.m.
Møguleikarnir eru her, teir eru nógvir í tali. Vit eiga nú atseta nøktandi játtan av til orkuskiftið og veðurlagsátøk.
Í 2016 samtykti eitt samt Tórshavnar býráð, at útlátiðskuldi minka við 50% fram til 2025 samanborið við útlátið í 2016. Einarbeiðsbólkur bleiv settur til at meta um møgulig átøk og kostnaðin av hesum,og mett varð, at hetta var væl møguligt at røkka og fór at kosta 13.5 mio. kr.um árið fram til 2025.
Tíverri er útlátsgongdin í Tórshavnar kommunu ikki vend enn,og tí er tað neyðugt við eini hægri árligari játtan fyri at røkka málinum, sumbleiv sett í orkupolitikkinum. Hetta vildi verið heilsu, trivnaði, umhvørvinumog samfelagnum til gagns.
Hetta eigur og skal síggjast aftur í komandi fíggjarætlan!
Vegna minnilutan í Tórshavnar býraði
Gunvør Balle
Elsa Berg
Jákup Dam
Annika Olsen
Birgir Nielsen
Ruth Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald