So er møguleiki at ogna sær fyrstu atgongumerkini til landsdystin millum Føroyar og Portugal, sum verður á Tórsvølli 10. oktober komandi ár.
Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri jólakalendara á Facebook-vanganum hjá FSF, og sjálvandi verða nógvir góðir vinningar burturlutaðir.
Annan hvønn dag fram til jóla verður ein mynd løgd á vangan, og tað einasta, ið brúkararnir skulu gera, er at skriva navnið á spælarinum á myndini í teigin, har viðmerkingar kunnu gerast. Síðani verður trekt lut ímillum øll tey røttu svarini, og vinnarin verður kunngjørdur í samband við næstu myndina.
Myndirnar, ið verða lagdar út, eru av onkrum liðskipara, sum fyrr í ár hevur vunnið FM ella steypakappingini ??? ella bæði, og møguliga verður eisini mynd av onkrum landsliðsspælara eisini at síggja.
Fyrsti vinningur í jólakalendarinum í ár, er tvey atgongumerkir til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Portugal, við Cristiano Ronaldo á odda. Dysturin verður á Tórsvølli 10. oktober 2016.
Stuðlar til jólakalendarin 2015 hjá FSF eru Atlantic Airways, Bakkafrost og Hotel Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald