Samgongufólk hava fingið ilt í afturpartin, tí fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har pengarnir fylgja barninum. Um uppskotið verður samtykt, fáa foreldur 90.000 kr. um árið fyri hvørt barn.
Tíverri roynir samgongan, serliga javnaðarflokkurin, at grugga málið. Sambært teimum vilja vit hava konufólkini aftur til grýturnar. Heilt erligt, tit, takið tykkum saman!
Eg havi fleiri vinfólk, sum eru flutt aftur til Føroyar, tí tey hava fingið lovað barnagarðspláss í t.d. Tórshavnar kommunu. Tey hava sagt arbeiði upp og alt, men tá tey koma til Føroyar, er einki barnagarðspláss kortini. Tey standa púrasta í villareiði. Støðan er enntá so kritisk, at tey umhugsa at fara av landinum aftur, tí annars fáa tey ikki endarnar at røkka. Onkur má vera hjá barninum, men tað skulu tvær lønir til at gjalda húsaleiguna!
Um uppskotið verður samtykt, fáa foreldrini 90.000 kr. fyri hvørt barn. Tey gera sjálvi av, um tey passa børnini, ella um tey fáa onkran annan at passa tey fyri tey. Pengarnir fylgja barninum.
Støðan er kritisk í Tórshavnar kommunu, men uppskotið kann vera við til, at tey, ið hava fingið lovað barngarðspláss, men sum ikki fáa tað, kunnu fáa pengar, meðan tey passa børnini. Hetta noyðist ikki at vera permanent, men ein góð fyribilsloysn hjá teimum, ið eru í tí óhepnu støðuni, at tey ikki fáa barngarðspláss.
Tí er tað serstakliga harmiligt, at samgongan, serliga umboðini fyri javnaðarflokkin, tosa um grýtur og annað hóskandi, tí hetta er nakað, allir flokkar áttu at tikið undir við!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald