JN

Kóka drekkivatnið í Kollafirði

...

2016-03-10 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vegna tekniskt brek á vatnverkinum í Kollafirði, er ikki full orka á sóttreinsingini.

Bert 2 av 4 UV-rørum eru virkin.

Mælt verður tí fólki til at kóka drekkivatnið áðrenn drukkið verður.
Hetta til onnur boð verða givin.

Brekið verður umvælt kl. 23.00 í kvøld, og í hesum sambandi verður skrúvað fyri vatninum frá kl. 23.00 til 00.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder