Ítróttur

Knørrafelagið vann ??dnartaki 2014

...

2014-10-05 05:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Knørrafelagið: Róðrarfelagið Knørrur er føroyameistari í ??dnartaki 2014. Kappingin hevur verið avgreidd gjøgnum trý vikuskifti á Havnar vág, og í dag var sjálvur endabresturin, har bátarnir skuldu avgera kappingina sínámillum, og samanlagdi føroyameistarin skuldu finnast.

Kappingin hevur verið sera spennandi, men tá seinasta tak var tikið, stóð Róðrarfelagið Knørrur í Havn sum vinnari og kundi fara av stað við stóra ferðasteypinum og gravera navn sítt í tað sum fyrsta felag.

Knørrafelagið vann bæði tíggjumannafarsróðurin við Orminum Langa og seksmannafarsróðurin hjá monnum við Herningi, umframt at tríggjar aðrar manningar vunnu silvur. Jarnbardur við monnum eitt og Jallurin tvey, ávikavist við dreingjum og smágentum. Hjá tíggjumannaførunum var tað serliga Drekin Reyði av Argjum, sum eisini róði væl, men knørramenn vóru ov harðir at taka og vunnu at enda greitt. Havnarbáturin fekk triðjapláss. Klaksvíkingur bjóðaði eisini av í dag, men gjørdi ongar skreytir.

Hjá seksmannaførum stóð kappingin serliga millum tveir knørrabátar, Herning og Jarnbard. Tað hevur gingið sera javnt á teirra millum, men tað varð Herningur, sum loksins vann. Fuglfirðingar á Rádna fjørdust nummar trý.

Argja róðrarfelag stóð seg eisini væl og vann somuleiðis tveir róðrar, dreingirnar og áttamannaførini, men av tí at Knørrafelagið fekk fleiri onnur góð úrslit, vann tað kappingina samanlagt. Annars vóru hini heiðursmerkini væl býtt millum onnur feløg.

??dnartak var ein sera væl eydnað og væl fyriskipað kapping, og sagt verður frá, at hon helst verður aftur í 2015.

Til ta tíð er Knørrafelagið kongur á Havnar vág; men tað eru tað ivaleyst fleiri, sum ætla at vinna frá teimum næsta ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder