Vinna

Knappar 870 milliónir í november - vøksturin í lønargjaldingunum stendur við

...

2019-12-10 10:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Í november vóru knappliga 870 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

??tgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísur ein støðugan vøkstur í lønargjaldingunum.

1 000 kr.LønargjaldingarMánaðarliga??tgoldin lønÁrstíðarjavnað lønTrendurJan '10Jan '11Jan '12Jan '13Jan '14Jan '15Jan '16Jan '17Jan '18Jan '19Jul '10Jul '11Jul '12Jul '13Jul '14Jul '15Jul '16Jul '17Jul '18Jul '191990200020101.000.000250.000500.000750.000866.024 tús. kr.Mai 2012??? ??tgoldin løn: 586.554 tús. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Í november var parturin hjá monnunum smá 65% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 35%.

1.000 kr.Lønargjaldingar, kynútgoldin løn, trendurMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '191990200020100250.000500.000750.000551.572 tús. kr.314.452 tús. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. 

Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. 

1.000 kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarútgoldin løn, trendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurJan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '1920000200.000400.000186.427 tús. kr.260.080 tús. kr.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder