Ítróttur

Klavs Bruun verður helst nýggjur venjari hjá Danmark

...

2015-01-08 16:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er tað bara Team Tvis Holstebro, sum kann standa í vegin, at næsti landsliðsvenjari hjá Danska kvinnulandsliðnum verður Klavs Brunn Jørgensen.

Tann 40-ára gamli Klavs Bruun hevur sambært upplýsinginum, sum TV 2 Sports hevur fingið hendur á, sagt ja til at taka yvir uppgávuna, eftir at Jan Pytlick var sagdur upp, eftir at Danmark bara kláraði eitt 8. pláss til EM endaspælið í desembur.

Sambært upplýsinginum, sum TV 2 Sports hevur, so hevur agenturin hjá Klavs Bruun, Christian Henriksen, seinastu dagarnar handla nógv við tað Danska Hondbóltsambandi(DHF), og avtalan er næstan komin uppá pláss, men er tó hon ikki undirskirvað enn.

- Tað er satt, at eg eri agentur hjá Klavs Bruun Jørgensen, men hvønn eg tingist við, um hansara framtíð, havi eg onga viðmerking til, sigur Christian Henriksen við TV 2 Sport.

Les meira her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder