2015-01-13 16:07
Tað verður eitt kent venjarapar, sum frá juni 2015 skal standa á odda fyri tí danka kvinnulandsliðnum í hondbólti, nemliga Klavs Bruun Jørgensen og Søren Herskind.
Danska hondbóltsambandið(DHF) hevur í dag almannakunngjørt, at Klavs Brunn verður settur, sum venjari hjá danska kvinnulandsliðnum frá 1. juni 2015 og trý ár fram, og hann hevur fingið Søren Herskind sum hjálparvenjara. Klavs Brunn skal vera fulttíðar venjari hjá danska kvinnulandsliðnum, og tí hevur DHF keypt hann úr sáttmálanum, sum hann í løtuni hevur við Team Tvis Holstebro, tað skrivar dhf.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald