Ítróttur

Klára argjamenn at standa móti álopsmaskinuni hjá 07 Vestur?

...

2016-05-20 15:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Upptakt: AB - 07 Vestur: Við 35 málum í 10 dystum, hevur 07 Vestur farligasta álopið í báðum teimum ovastu deildunum. Leygardagin standa so argjamenn fyri skotum.

07 Vestur hava lagt seg á odda í 1. deild, við trimum stigum niður til EB/Streym, sum hava leikt ein dyst minni. Málmunin eiga sundalagsmenn betri, men klára vit at halda áfram við frálíka álopspælinum, er sjálvsagt gjørligt at heinta hendan inn aftur.

Hópurin hjá 07 Vestur er rættiliga breiður, og tað krevst eisini, nú skaðar byrja at gera um seg. Í verjupartinum manglaði Sølvi inni í Runavík seinasta leygardag. ??vist er nær hann verður aftur, og støðan er tann sama við Emil, sum ikki verður klárur enn. Eisini Solomon stríðist við skaða, men hann verður kanska klárur aftur áðrenn summarsteðgin.

Hinvegin sær Søren út til at verða komin fyri seg, og so fingu vit eisini debut - og debutmál - frá Tóka á Lofti, sum endiliga er fluttur heim til Føroyar, og skal spæla við okkum hetta kappingarárið.

Vit hava ofta havt trupulleikar av AB seinastu tey árini. Í fjør taptu vit báðar dystirnar á útivølli 3-1 og fingu bert javnleik á heimavølli. Í ár gekst tó betri, tá vit vunnu 3-1 á heimavølli.

AB liggja eisini í tungum sjógvi í ár. Eftir 10 umfør liggja teir niðast við 5 stigum og hava bert skotið 9 mál. Frágongdin hevur verið stór síðan í fjør og tað sæst sjálvsagt aftur. Venjarin, Kári Reynheim, hevur mestsum bert heilt ungar leikarar at heita á, hóast leikarar sum Kári Nielsen hava fingið nakrar dystir.

Hesin er ein dystur, sum vit eiga og skulu vinna, og megna vit at halda álopsmaskinuna í gongd, fer tað helst eisini at eyðnast. Vit síggjast inn í Vika, leygardagin kl. 15:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder