Politikkur

Klaksvíkar kommuna yvirtakur Klaksvíkar Sjúkrahús

...

2016-07-08 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Haldi tíðin er komin hartil, at Klaksvíkar kommuna yvirtekur Klaksvíkar Sjúkrahús í samstarvi við kommunurnar í nærøkinum. So fáa starvsfólkini á KS frið at arbeiða og sleppa undan konstantari hóttan um niðurlegging.

Vit hava sæð ferð aftaná ferð, at har Klaksvíkar kommuna yvirtekur økir, byrja tey at blomstra og eru vælvirkandi. Eg kundi tikið dømi: ansingarøkið, barnaverndarøkið og nú fyri stuttum eldraøkið. Hetta er væleydnað og ein fyrimynd um, at vit skulu halda fram at yvirtaka økir.

Klaksvíkar kommuna eigur at yvirtaka Klaksvíkar Sjúkrahús, og játtanin skal fylgja við. Hetta fyri at sjúkrahúsið framhaldandi skal vera vælvirkandi og kann uppraðfestast og blíva eitt av fremstu sjúkrahúsum í heiminum.

Vit hava sæð ferð eftir ferð, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús hevur verið slóðbrótari innan mong serlæknaøkir, og vit hava av allar bestu lærdu starvsfólkum á KS.

Tað vóru norðingar og lutvíst eysturoyingar, sum tóku seg saman og bygdu Klaksvíkar Sjúkrahús, tí tey sóu, at tørvurin var stórur, og hevur hetta sjúkrahús verið vælvirkandi og ein fyrimynd fyri onnur sjúkrahús. Bara t.d. trivnaðarkanningin, sum bleiv gjørd millum sjúklingar, gav KS topp karakter. Harafturat hoyra vit ferð aftaná ferð í miðlum, hvussu væl nøgdir sjúklingar eru, sum hava fingið viðgerð á KS.

Tíverri fær KS ikki frið. Við jøvnum millumbilum verða álit gjørd, sum vilja niðurlaga KS. Hetta kann ikki halda fram.

Ein niðurlaging av KS fer ongantíð at bjarga hvørki Landssjúkrahúsinum ella Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Løgtingslimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder