2017-01-11 13:30
Á Flemish Cap er nógvur toskur at fáa hjá teimum føroysku skipinum ið eru farin yvir, men fiskurin er ikki líka stórur í ár, sum hann var í fjør, sigur skiparin á Eivind Jan Vang við Jn.fo. Veðrið er gott á Flemish Cap.
??got kom á Flemish Cap hósdagin í síðstu viku, teir fingu 12,5 tons í gjár.
Hini føroysku skipini komu á Flemish Cap mánakvøldið.
Hettu fingu tey í gjár.
Klakkur fekk 19 tons
Kambur fekk 17,4 tons
Stapin fekk 16,4 tons
Eivind fekk 13,4 tons
Vágasteinur fekk 4,2 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald