Línuskipið Klakkur loysti av Klaksvíkini fyrrapartin, teir hava sett kós vestureftir, Klakkur fer á Flemmish Cap at fiska av føroysku toskakvotuni.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, skiparin Bethuel Johannesen roknar við, at teir koma at brúka eini 9 døgn at koma yvir á Flemmish Cap, hann segði, at teir teir fyrstu dagarnar koma at hava gott veður undan, men so kemur helst broyting í.
Klakkur var tað línuskipið, sum hevur fiskað fyri mest pengar í 2015, teir hava fiskað fyri kr. 33 mill., manningarparturin liggur um kr. 700-túsund, skiparin sigur, at tað viðførir, at teir halda væl fólkið, tað eru allir teir somu við nú sum vóru seinasta ár á Flemmish Cap - tilsamans eru 16 mans við og so ein eygleiðari eisini.
Í fjør fiskaðu teir 465 tons á Flemmish Cap, Bethuel sigur, at teir koma at landa í St. Pierre.
Manning og skipari ynskja ætt vinum og kenningum eitt av Harranum signað nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald