2017-01-02 14:31
Nú er Klakkur eisini ávegis yvir á Flemish Cap, teir loystu av Klaksvíkini eftir middag.
Klakkur frystir fiskin umborð, enn er ikki greitt, um teir sleppa at landa har yviri, ella um teir koma heim við fiskinum.
Væntandi tekur tað eini 8 døgn at sigla yvir á Flemish Cap.
Tað eru 16 mans við hendan túrin, skipari er Líggjas Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald