JN

Klæmint Olsen stórbjargaði í málinum - myndir

...

2016-04-24 17:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað er greitt, at tað verða Víkingur, HB, EB/Streymur, KÍ, B36, Skála, Giza/Hoyvík og NSÍ, sum halda fram í fjórðingsfinaluni, sum verður leikt komandi sunnudag 8. mai.

Vit hava fingið myndir frá Reidar Simonsen, frá dystinum við Stórá í Trongisvági, har spenningurin gjørdist øðiligur beint áðrenn dysturin ímillum TB og NSÍ var liðugur - støðan var 2-1 til NSÍ, tá ið brotsspark varð dømt til TB og NSÍ málverjin fekk reytt kort. Við tað at NSÍ hevði brúkt allar útskiftingarnar, so var neyðugt at ein útileikari fór í mál, Klæmint Olsen tók ábyrgd og stillaði seg millum stengurnar, tá Adu tók brotssparkið - Klæmint bjargaði hegnisliga og NSÍ vann sostatt 2-1 og komu í fjórðingsfinaluna.

Sí eisini: Myndir: EB/Streymur vann 2-1 á 07 Vestur.

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder