2016-06-16 06:00
Tað var áhugavert at hoyra Margrethu drotning greiða frá, at hennara føroysku klæðir eru tey somu, sum hon fekk tá ið sum ung kvinna vitjaði Føroyar í 1959. Turriklæðið og fyriklæðið er nýtt. Eg segði henni frá, at omma mín var millum tær konur, sum evnaðu klæðini til prinsessurnar á sinni. Í gjár fekk hon nýtt bundna turriklæði, sum Anna Mohr hevur bundið, sum gávu frá Løgtinginum og prón, sum Ingibjørg Andreassen hevur gjørt. Dugnaligar kvinnur. tað skrivar Helena Dam á Nystabø á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald