Ítróttur

Kjølur Open 2016

...

2016-01-13 22:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJ??LUROPEN 2016 dagarnar 15.-17.jan. Kappinginerpartur av Grand Prixkappingini 2015/16.

Kappingarleisturin er broyttur nakað frá undanfarnum árum. 7. umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Stað

Frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin, 15 jan. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 15. jan.

Tilmelding

Tilmelding á[email protected]ella 295054, í seinasta lagi hósdagin 14. jan. kl. 20.00

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder