Ítróttur

Kjartan: Altíð stuttligt at fáa mest mál

...

2016-01-31 05:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í kvøld millum StÍF og Kyndil, fingu vit orð á Kjartan Johansen sum fekk 13 mál í kvøld.

Hvussu var tað at spæla henda dystin?

Tað var rættliga hart, dysturin var hart spældur. Eg haldi at vit føla allatíðina at vit eru væl við, og vit kunnu vinna dystin. ??trúliga skeg at spæla.

Hví er tað tit sum vinna dystin?

Vit vinna dystin tí vit eru betri fyri taktist, og vilja tað nógv meira enn Kyndil. Og so spæla vit eisini á okkara góða heimavølli.

Hvussu følist tað at fáa 13 mál?

Tað er altíð skeg tá man fær mest mál sjálvur, men tað vigtigasta er at koma víðari, og nú eru vit so í semifinaluni, og tað var tað ið vit vildu.

Hvørjum vilt tú helst møta?

Tað kann gera tað sama fyri okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder