2019-07-25 17:32

Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019. Síggj og hoyr stjórnmálafrøðingin, Regin Berg, sum hevur samskipað verkætlanina, greiða nærri frá kjarnumáli 5: Førleikamenning av starvsfólkum.
Vaksnamannaútbúgving og lívslong læra eru grundarsteinar undir einum væl virkandi arbeiðsmarknaði. Talgilda samfelagið fer at seta stór krøv til umsiting og útbúgving, tí nógv størv fara at hvørva, og nýggj koma ístaðin. Sáttmálarnir hava ásetingar um strategiska førleikamenning av starvsfólkunum.
Kanningar millum álitisfólkini hjá Starvsmannafelagnum benda tó á, at ásetingarnar um førleikamenning verða ikki hildnar, og at tað er ein trupulleiki, at arbeiðsplássini ikki hava fíggjarligar játtanir til vaksnamannaútbúgvingar.
Starvsmannafelagið heldur, at vaksnamannaútbúgving og førleikamenning mugu raðfestast politiskt og skipast við lóg. Sum partur av hesum skal markaður peningur játtast stovnunum, so at sáttmálaásetingarnar kunnu fremjast í verki.
Hoyr Regin Berg greiða frá kjarnumáli 5.
Tey 6 kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:
1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
2: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard
3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard
4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð
5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving
6: Livikorskanningar, ið varp ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranumn
Lesið meira um kjarnaumálini á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Har ber eisini til at síggja hvørja støðu politisku flokkarnir hava til málini. Hygg undir Tema, www.starvsmannafelag.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald