Kiwanis Tórshavn ynskir øllum eitt Gott Nýggjár og takkar fyri stuðulin í sambandi við jólatræssøluna í desember. ??ll 900 bíløgdu jólatrøini vórðu seld.
Tann 15. januar 1915 varð altjóða góðgerandi felagsskapurin, Kiwanis, stovnaður, og hevur nú sostatt 100 ár á baki. Kiwanis Tórshavn, sum er væl yngri, hevur seinnu árini latið fleiri milliónir krónur til góðgerandi endamál í Føroyum. Í 2013 rindaði Kiwanis Tórshavn stívar 300.000 krónur til slík endamál.
Tey, sum keypa jólatræ í desember frá felagsskapinum og somuleiðis lutaseðlar undan og á ??lavsøku, stuðla børnum og barnafamiljum eins og øðrum treingjandi, ið hava hjálp fyri neyðini. Í samfull 10 ár lat Kiwanis ókeypis hjálmar til øll skúlabørn í fyrsta flokki í Føroyum. Sostatt eigur stórur partur av føroyskum heimum ein Kiwanishjálm.
Tað eru trý Kiwanis feløg í Føroyum. Umframt Kiwanis Tórshavn, eru Kiwanis Rósan og Kiwanis Eysturoy.
Orðið Kiwanis er úr indianskum máli og merkir "vit byggja".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald