Vegna Felagið Varðan er tað mær ein heiður at bjóða tykkum at fáa avrit av teimum elstu kirkjubókunum, sum eru til taks í Vága prestagjaldi. Avritið røkkur heilt aftur til 1797, og er ein góð kelda at troyta hjá øllum teimum, sum vilja fáa nakað at vita um tað sum hent er í Vágum og Mykinesi ta øld sum hon fevnir um.
Orsøkin til, at Felagið Varðin gevur hesa bók út, er tann, at 17. desember 2021 eru hundrað ár liðin síðan mentanarritið Varðin kom út á fyrsta sinni. Tað hevur havt stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív at havahavthetta tíðarritið. Vit hava jú eitt fjølbroytt mentanarlív í øllum sýslum, prestagjøldum og bygdum okkara, men tað sum Varðin hevur avrikað, er at hava borið Føroya merki hátt so at allur heimurin hevur kunnað sæð, at vit ikki bert duga at skriva bøkur og geva úr bløð, yrkja kvæði og sangir, dansa føroyskan dans og spæla ljóðføri, yrkja stjónleikir og komponera løg sum vekja afturljóð bæði í tjóð okkara og uttanlands, men vit hava eisini eitt tíðarrit, sum sigur frá tí sum rørir seg í okkara mentanarlívi. At vit hava havt hetta tíðarrit í hundrað ár er eitt bragd, og tað er bert tí undirtøku fyri at takka, sum hetta rit hevur fingið frá øllum Føroya fólki, frá rithøvundum og haldarum ogvælvildfrá vinnulívsfyritøkum.
Nú vit fylla hundrað ár hildu vit, at vit skuldu geva Føroya fólki nakað afturfyri ta undirtøku, vit hava fingið. Tá kom til okkara sum ein frelsandi eingil Johan G. Mikkelsen, sum í síni frítíð hevur skrivað av tær elstu kirkjubøkurnar, sum eru so avbera ringar at lesa. Hann vildi, at tað hann hevði gjørt skuldi koma øðrum til nyttu, og vit hildu, at Varðin ikki kundi takka Føroya fólki á nakran betri hátt enn við at geva føroyingum møguleika fyri at síggja á prenti hvørjir forfedrar og hvørjar formøður okkara eru. Serliga ættargranskarar hava so tungliga saknað møguleikan fyri at síggja hvat ið stendur í kirkjubókunum. Men møguleikin fyri at fáa eina slíka útgávu út uttan stuðul frá vælvildarfókum er óhugsandi. Tíbetut hevur tað víst seg, at vælvildin fyri hesi ætlan er so stór, at tað ber til at selja bøkurnar á framløgudegnum við stórum avslátri.
At vit her kunnu leggja fram Vága kirkjubók er eitt satt undur.
Náttina til15. desember 1839var landnyrðingsóðn í Miðvági. Klokkan rvey ánáttvaknaði prestakonan í Jansagerði av tí at hon varnaðist eld.Hon vakti húsbóndan, tann34 ára prestin Jens Engelsted. Tey fyribyrgdu,atmannskaðihendi, og presturin fekk húskallin Niklas Johannesen at skipasofyri, at nakað av innbúgvi í góðustovuni varð bjargað. Tí kom einsekreterkommoda út, og tað má hava verið har,kirkjubøkurnar fyri árini1797-1839hava verið í. HevðiNiklasikki verið so knappur, høvdu vit ikki havt nakað uppskrivað sum var hent fyri 1839, og so høvdu vit onga vissu havt fyri, at Hammershaimb var føddur í Sandavági á mariumessu á vári 1819.
Hesin eldur var dramatiskur, men hann fekk so sanniliga eisini eitt dramatiskt eftirspæl.
5. apríl 1933 fall dómur í altjóða dómstólinum í Haag í málinum millum Danmark og Noreg um hvør ið átti nakað av haga í Eysturgrønlandi. Tá førdu danir fram, at tað vóru teir sum áttu, tí teir søgdu, at alt Grønland og Føroyar í øldir høvduverið partar av Danmarkar ríki. Nógv skjøl vórðu løgd fram, Menserligaeittdansktskjal, sum norðmenn løgdu á borðið, fekkdómstólin at siga, at danir ikki høvdu rætt íhesumuppáhaldi sínum.
Alt tað, sum fór fram í Haag, varð skrivað upp á fronskumog prentað á 4.155 síðum. Á síðu 2.536 er eitt skjal, sum hægsti myndugleikin í Danmark, tað kongliga danska kanselliið, hevur skrivað 7. juni 1842 um hvør ið skuldi gjalda fyri at byggja Jansagerði uppaftureftir eldsbrunan.
Hetta var jú dýrt, og teir donsku prestarnir, sum vóru í Føroyum, vistu at eftir tí í Danmark galdandi donsku lóg skuldu kirkjukassarnir í biskupsdøminum ífelaggjalda slíkar vanlukkur. Sælands biskupur stóð yvir Føroya prósti, og tí hildu hesir donsku prestarnir, at kirkjukassarnir á Sælandi skuldu geva ískoyti til at byggja Jansagerði uppaftur. Men tað helt hægsti danskimyndugleikinikki.
Kanselliið vísti á, at Føroyar ongantíð hevði verið roknað fyri at vera ein partur av danska ríkinum. Danska lóg var tí ikki galdandi í Føroyum. Her var norska lóg galdandi, tí Føroyar høvdu verið ein partur av norska ríkinum. Tí fingu føroyingar einki íkast til at byggja Jansagerði uppaftur, og hinir kirkjukassarnir í Føroyum noyddust at standa við endan.
Men dómararnir í Haag løgdu sær í geyma, at hægsta vald í Danmark so seint sum í 1842 segði, at Føroyar ikki vóru ein partur av danska ríkinum, og tá dómurin fall vístu tólv av fjúrtan dómarum og teirra millum tann danski dómarin, frá sær tað danska stjórnin hevði sagt um støðu Grønlands, Føroya og Íslands fyri 1814 og søgdu, at til tá vóru oyggjarnar partar av norska ríkinum og ikki tí danska. Avgerðin hjá hægsta danska stjórnarvaldinum í 1842 um Jansagerði prógvaði tí, at Føroya støða ikki var broytt í so máta, og at vit tí heldur ikki eftir 1814 vóru blivar partur av Danmarkar ríki. Við tí dómi sum fall í Haag 1933 gjørdist tað greitt, at tað eru vit, sum her búgva, sum hava rætt at ráða yvir okkara viðurskiftum og tí sjálvi skulu gjalda tað raksturin av okkara samfelagi kostar. Vága prestagjald hevur tí havt alstóran týdning í Føroya søgu.
Tá tey sum hava verið við í hesi verkætlan fóru í gongd, leitaðu tey eftir avskriftum av kirkjubókum, men eingin avskrift varatfinnaav Vága kirkjubók. Johan Mikkelsen skrivaði hana tí av alla sum hon var. Sunnrid Olsen í Kollafirði hevur lisið rættlestur, og tí er alt gjørt fyri at tryggja, at tað sum tit nú fáa at síggja á prenti er nágreiniliga tað sum stendur í upprunahandritunum. Sjálvandi er einki mannaverk lýtaleyst, og tað er hetta heldur ikki. Tí heitavit á øll, sum lesa í hesi bók og halda seg síggja nakaðbrek, um at venda sær tilFelagiðVarðan fyri at gera vart við okkara mistak.
??tlanin er at øll prestagjøld skulu koma við í verkætlanina, og at prentvillur verða rættaðar í síðstu bókini í hesi ritrøð. Nú skal verk okkara til próvtøku hjá vágamonnum, men áðrenn tit sleppa at síggja bókina skal eg nýta høvi til at handa ritstjóranum Johan G. Mikkelsen fyrsta eintakið av hesi bók.
Zakarias Wang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald